Bæði í dag og í morgin verður nógvur vindur, upp í ein strúk av norði, tað verður kalt, sum frálíður minus trý stig og tað kavar.
Týsdagin frískur vindur av norði, kavaælingar allan dagin men eisini onkrir sólglottar, hitin um ella beint undir frostmarkinum.
Mikudagin hvassur vindur av norði, tað kavar allan dagin, onkur sólglotti og hitin um frostmarkið.
Hósdagin minkar vindurin sum frálíður, men tað verður eisini kaldari, niður í minus trý stig ella kaldari, kavaælingar av og á.
Fríggjadagin mestsum stilli, ein ond eystaneftir, okkurt kavaæli fyrrapartin og kalt, minus trý stig ella kaldari.
Næsta vikuskifti verður umleypandi veður, tað verður lýggjari og tað fer at regna.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo