Norski umhvørvisfelagsskapurin Bellona heitir nú á norskar alifyritøkur um at gevast við at flúgva laks út á marknaðin.
Bellona, sum áður hevur kallað flúgving av laksi fyri "klimabomben som forties" heldur, at CO2-útlátið, ið kemur frá flutningi av laksi, eigur at minka við 55 prosentum áðrenn 2030.
Í hesum sambandi vísir Bellona á føroysku alifyritøkuna Hiddenfjord, sum gavst í fjør at flúgva laks út á marknaðin.
Í grein á heimasíðuni skrivar Bellona m.a. soleiðis:
”Alivinnan má gevast við at flyta laks við flúgvara. Bellona rósar Hiddenfjord, sum gongur á odda og vísir hvussu hetta kann gerast í verki, og tey spyrja nær norskar alifyritøkur fylgja við?”
Les meira: trýst her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo