Vatn, blikkamat og lummalyktir.
Allir normenn skulu kunna klára seg í tríggjar dagar.
Soleiðis ljóða boðini frá norska verjuovastanum, Eirik Kristoffersen, sum sostatt sigur tað sama sum svenskir myndugleikar áður hava sagt við sínar borgarar.
Hann sigur, at Noreg hevur í mesta lagi trý ár til at byggja upp eina sterkari verju. Tíðin er knøpp, ikki minst tí at tað er komið fram, at Russland er nógv kvikari enn higartil hildið at byggja upp sínar goymslur av vápnum, lóðri og eykalutum.
- Tí eiga vit í Noregi og eisini fleiri øðrum Natolondum at seta ferð á menningina av verjuni og at fyrireika okkum, sigur Eirik Kristoffersen sambært fleiri miðlum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo