Tórshavnar kommuna: Hesa vikuna hava umboð fyri Norðurlendsku ES-verkætlanina Sustainable Arctic and Peripheral Biking Tourism vitjað í Havn við luttakarum úr Finnlandi, Íslandi, Svøriki og Írlandi.
Visit Tórshavn er føroyska umboðið í spennandi 3 ára verkætlanini um burðardygga súkkluferðavinnu.
Á ferðini í Føroyum hava partarnir havt innanhýsis verkstovur og mikudagin 20. mars varð skipað fyri almennari framløgu um møguleikar, fyrimunir og vansar við súkkluferðavinnu. Eisini var tosað um, hvussu hetta kann verða við til at menna Tórshavnar Kommunu sum burðardygt ferðamál. Høvuðsendamálið við júst hesari verkætlanini er at menna smærri fyritøkur og millum fyrilestrarhaldararnir var fyritøkan Rent a Bike, ið m.a. ynskir at betra um kunning til ferðafólk í mun til súkkling í Føroyum.
Hósdagin vitjaðu útlendsku gestirnir á Ráðhúsinum, har greitt varð frá um gongdini higartil. Verkætlanin hevur nú koyrt í 6 mánaðar. Hesa tíðina hava tey m.a. gjørt status um súkkluferðavinnu í ymsu londunum og hvørjar felags avbjóðingar og møguleikar til ber at arbeiða víðari við.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo