Norðoya Sparikassi: Evropeiski Miðbankin og Danski Tjóðbankin hækkaðu enn einaferð leiðandi rentuna tann 27. juli 2023, og tí hækka inn- og útlánsrentur í Norðoya Sparikassa eisini.
Útlánsrentur hækka við upp til 0,25 %-stigum og innlánsrentur hækka við upp til 0,50 %-stigum fyri bæði privat- og vinnukundar.
Rentuyvirlitið á heimasíðu sparikassans www.ns.fo verður dagført, tá ið broytingarnar koma í gildi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo