Nógv túsund fólk í fleiri londum mótmæla koranbrenning.
Í Pakistan gingu minst 5.000 fólk mótmælisgongu í næststørsta býnum, Lahore.
Eisini í Iran, Bangladesh, Afghanistan og Turkalandi frættist frá mótmælisgongum, har mannamúgvurnar hava brent svensk fløgg og rópt deyði yvir Svøríki, USA og ST.
Mótmælini standast av at Rasmus Paludan, sum bæði er danskur og svenskur ríkisborgari, í fleiri umførum í seinastuni hevur brent koranir, ofta frammanfyri sendistovur hjá muslimskum londum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo