Í morgin verður gul av lágum landnyrðingi, smáskýggjað og sólglottar og hitin um 12 stig
Týsdagin gul av útnyrðingi og norði, sól ein stóran part av degnum og eitt sindur kaldari, um 10 stig.
Mikudagin frískar hann vindin nakað av norði, smáskýggjað og sólglottar, hitin 8-10 stig.
Hósdagin gul av norði ella útnyrðingi, tað verður ælaveður og hitin um 8 stig.
Fríggjadagin norðan og útnyrðingur, bert eitt lítið lot, turt fyri tað mesta og hitin 8-10 stig.
Næsta vikuskiftið verður veðrið líknandi tí sum tað hevur verið gjøgnum vikuna, høgætt, turt fyri tað mesta og fleiri løtur við sól.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo