Frá januar til mai í ár koyrdu íalt 284.162 akfør í Vágatunlinum, í mun til 250.633 akfør sama tíðarskeið 2015. Hetta svarar til ein vøkstur á 13,4%. Miðalferðslan hevur sama tíðarskeið verið 1.870 akfør pr. døgn frá jan. til mai 2016.
Sama tíðarskeið í Norðoyatunlinum koyrdu 394.624 akfør ella í miðal 2.596 pr. døgn. Fyrstu 5 mánaðirnar 2015 koyrdu 344.634 akfør. Sostatt er talan um ein vøkstur á 14,5% frá 2015 til 2016.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo