Fæ doyr, frændur doyggja. Eitt veit eg, sum ongantíð doyr. Minnið um dáð deyðamanna
- Hávamál

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52/121/2023 eftir § 52a í Tingskipanini til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna og mentamálum, frá Bárði á Lakjuni, løgtingsmanni, um útvarpshoyrilíkindi á útróðri

Spurningar:
1. Hvussu ber tað til, at tú á útróðri – við somu radioútgerð – hoyrir aðrar føroyskar útvarpsræsur so nógv betur, enn tú hoyrir Kringvarp Føroya á FM sendinetinum?

2. Eru sendararnir hjá Kringvarpi Føroya staðsettir øðrvísi enn sendararnir hjá privatu loftmiðlunum? Um ja, so hví?

3. Hava útróðrarmenn, ið hava bátar við vanligari radioútgerð, lógartryggjaðan rætt til at hoyra útvarpið hjá Kringvarpi Føroya?

Svar:
Til 1
. Útvarpshoyrilíkindi á sjónum: Hetta kann skyldast ymiskar fysiskar og tekniskar umstøður sum t.d. sendistyrki og staðseting av sendarum. Tá ið trupulleikar eru við FMdekningi hjá Kringvarpi Føroya (KvF), fær NET, sum umsitur raksturin av sendinetinum hjá KvF, vanliga kunning um hetta, antin beinleiðis frá lurtarum ella umvegis KvF. NET vil kanna nærri, hvørji økir talan er um og gera neyðugu tillagingarnar fyri at betra um hoyrilíkindini.

Til 2. Staðseting av sendarum: Flestu FM-sendararnir hjá KvF vórðu uppsettir í sendistøðum við mastrum, sum vóru bygdar í 1970-árunum, tá byrjað varð at senda á FM. Privatu rásirnar hava valt at seta nakrar av sínum sendarum upp á somu sendistøðum, sum upprunaliga vóru bygdar til KvF. Í øðrum førum hava privatu rásirnar bygt egnar sendistøðir og uppsett sendarar har.

Til 3. Lógartryggjaður rættur: Sambært § 1, stk. 3 í løgtingslóg um kringvarp, hevur landið skyldu til at tryggja, at allir borgarar hava møguleika at móttaka sendingar hjá Kringvarpi Føroya. Leypandi tillagingar verða gjørdar í FM-sendinetinum, so hvørt lurtaraviðurskiftini broytast. Umframt á FM-sendinetinum verða sendingar hjá KvF sendar á millumbylgju, sum eisini dekkar sjóøkið, og tær vera stroymdar á alnetinum.

Tórshavn, 15. mai 2024
Sirið Stenberg
landsstýriskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo