Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fiskamarknaður Føroya: Bæði ísfiskalínuskipini liggja við bryggju. Trý frystilínuskip eru við Føroyar, eitt er á Íslandsrygginum og tvey eru við  Eysturgrønlandi. Skipini fáa ein blanding av toski, longu og brosmu. Tvey liggja við bryggju.

Streymurin verður hampuligur til útróður, men veðrið sær út til at blíva vánligt seinnapartin av vikuni. So tað verður nakað av útróði nú um vikuskiftið og mánadagin og so verður lítið av útróðri restina av vikuni. Tað er mest toskur og hýsu, bátarnir fáa, men fiskaríið er smáligt. Helst fara nakrir bátar á Føroya Banka um vikuskiftið.

Tveir ísfiskatrolarar fiska blálongu. Brúkiligt fiskarí. Møguliga fer annar á kongafiskaveiðu seinni. Ein frystitrolari er við Eysturgrønland. Hann fiskar svartkalva.

Fimm pør fiska upsa og annan hvítfisk. Ikki tað stóra fiskaríið. Tvey pør fiska gulllaks.  

Fýra trolbátar eru norðanfyri og fiska mest av hýsu og so nakað av toski og flatfiski. Fiskaríið er brúkiligt. Allir landa í vikuni. Vit rokna við at onkur av hinum trolbátunum fer út eftir vikuskiftið.

Tvey garnaskip fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Misjavnt fiskarí.  Øll landa í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo