Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini

Spyrjari: Magnus Rasmussen, løgtingsmaður
Svarari: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum
Evni: Næmingatal í flokkunum í fólkaskúlanum

Spurningar:
1. Við hvørji grundgeving hevur landsstýrismaðurin góðtikið, at næmingatalið fer upp um 24 næmingar í hvørjum flokki?

Viðmerkingar:
Vísandi til § 20 í fólkaskúlalógini, so eigur næmingatalið við skúlaársbyrjan vanliga ikki at fara upp um 24 í hvørjum flokki.

Landsstýrismaðurin upplýsti í februar, í svari til munnligan fyrispurning frá løgtingsmanninum Bárði á Lakjuni, at umleið 20 skúlaflokkar fara at hava hægri næmingatal enn 24 fyri skúlaárið 2023/2024.

Í yvirlitinum yvir fyribilsnæmingatøl fyri skúlaárið 2023/2024, sum stendur á heimasíðuni hjá Undirvísingarstýrinum, sæst eisini, at komandi skúlaár fara fleiri skúlar at hava flokkar, har næmingatalið er hægri enn 24.

Gongdin seinastu árini tykist vera, at alt fleiri og fleiri skúlaflokkar hava hægri næmingatal enn 24 við skúlaársbyrjan.

Áhugavert er at fáa at vita, við hvørjari grundgeving landsstýrismaðurin hevur góðtikið og góðtekur, at næmingatalið tíðum verður hægri enn tað, sum er ásett sum meginregla í lógini.

Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Á Løgtingi, 11.apríl 2023
Magnus Rasmusse

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo