Tórshavnar kommuna: - Vit hava lagt nógv uppfyri, at hetta skal eydnast, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, á hátíðarløtu í Steinatúni í morgun, har fólk eisini fingu høvið at royna nýggju elbussarnar á leið 4 hjá Bussleiðini.
Nýggjur sáttmáli um bussleiðina varð undirskrivaður í apríl í fjør. Hann er galdandi frá januar í ár til og við desember 2031. Avtalað varð tá at keypa 15 nýggjar dieselbussar og 2 nýggjar elbussar at reka bussleiðina við eftir 2023. Avtalað varð at koyra við elbussum á leið 4.
Og á býráðsfundi í apríl í fjør varð eisini samtykt, at umleggingin av allari bussleiðini til grøna orku skal fremjast seinast í 2027. Royndirnar við at brúka elbussar á leið 4 koma at vera ein týðandi partur av grønu umleggingini hjá kommununi næstu árini.
- Ætlaða loysnin er tíðarrøtt og besta lopfjølin til eina grøna loysn. Við hesi loysnini kunnu vit leggja um til grønar bussar, sohvørt vit eru klár, júst tí, at dieselbussarnir eru umsetiligir. Tað er ongin trupulleiki at sleppa av við teir.
- Royndirnar við at brúka elbussar á leið 4 koma at vera ein týðandi partur av grønu umleggingini hjá kommununi næstu árini.
- Samstundis sum grøna umleggingin er alneyðug at fremja, er tað eisini av størsta týdningi, at bussleiðin er ein støðugur og álítandi flutningsmøguleiki hjá so mongum borgarum í kommununi sum gjørligt. So um henda royndin vísir, at hetta er rætta leiðin at fara, so koyra vit sum ætlað bara grønt í 2027.
- Nú kunnu vit so royna elbussarnar undir røttum umstøðum og skipanin kann víðkast og útbyggjast undir skipaðum viðurskiftum, sum ikki seta raksturin av og tænastuna hjá Bussleiðini í vanda. Hepnast royndirnar væl fara samráðingar við veitaran at føra til, at dieselbussarnir sum frálíður verða býttir um við grønari bussar.
- Vit arbeiða við at leggja um til grøna orku, sohvørt og so skjótt tað er klárt og møguligt. Fyri umhvørvið verður hetta sum frálíður tí eisini ein góð og trygg loysn. Samstundis er Bussleiðin løgd í eitt trygt støði, har vit veita brúkaranum fulla tænastu.
- Í sáttmálanum er dentur lagdur á at grøna umleggingin fer fram á so tryggum og skynsomum grundarlagi sum gjørligt. Tí verður á hvørjum ári samráðst um umlegging av enn fleiri leiðum frá diesel til grønari alternativ. Vit hava sett út í kortið, at í 2027 koyra vit bara við grønari orku. Tøknin er í eini rívandi menning, og marknaðurin er á tremur av tíðindum um elbussar, vetnisbussar, biogassbussar og aðra tøkni.
- Kommunan er í eini tilgongd at leggja um til elbilar generelt. Somuleiðis eru vit miðvíst í gongd at leggja okkara bygningar um til grøna orku. Her eru vit komin væl áleiðis.
- Eg fari at takka øllum, sum hava gjørt kanningararbeiðið okkara vegna, og ein stór tøkk til Heðin Zachariassen og hansara manning fyri saman við okkum at gera hesa spennandi royndina, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda, áðrenn hann beyð øllum at royna ein túr á leið 4.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo