Listafotografurin Gwenaël Carré hevur gjørt myndarøðina við Høgna Mohr í sambandi við stóru mentanarvikuna í Runavíkar kommunu.
Høgni Mohr var boðin aftur á slóðini í Funningi.
Ein vetur sat rithøvundurin í teirri fornu Ólvustovu og arbeiddi.
Fríggjakvøldið hevði borgarstjórin í Runavíkar kommunu samrøðu við Høgna í fullsetta skúlanum í Funningi.
Kendi sjónleikarin og tónleikarin, Jógvan Andrias Joensen, var til tiltakið.
Aftaná ognaði hann Høgna Mohr hesa yrkingina:
takk fyri láturin,
við honum komu smílið,
sjálvboðin vøddamýking,
blóðrensl,
annað andlitsbrá,
hjávera.
eg hevði ikki tað stóra uppá hjartað,
men tað fyltist við hjartaligheit,
og eg,
eg drýpi høvur,
eg veit mær ikki annað, nei.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo