Tað var hátíðardámur í Ánunum seinnapartin í dag, tá ið seinasta skotið í Árnafjarðartunlinum var latið av.
Tunnilin er 1.850 metrar langur. Talan er um fyrra tunnil av tveimum.
- Nú verður borað liðugt í tunlinum millum Árnafjørð og Depil. Arbeiðið hevur higartil gingið væl, sigur Articon.
Myndir: Ólavur Frederiksen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo