Seinnapartin í dag var nýggja bókin um Heðin Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu, løgd fram í Sjónleikarhúsinum.
Tað eru teir báðir garvaðu skribentarnir Óla Jákup Rólantsson og Hilmar Jan Hansen, sum hava skrivað bókina.
Farið varð undir eitt miðvíst søguligt savningararbeiði í 2009, og síðan hevur við savnsarbeiði og samrøðum verðið lagt aftrat fram til dagin í dag.
Á bókaframløguni í seinnapartin greiddi Hilmar Jan Hansen frá tilgongdini við bókini, og Torkil Johannesen frá Virka segði frá prenttilgerð og framleiðslu av bókini, eins og Heðin Mortensen sjálvur greiddi frá innihaldinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo