Tann sum ruddar altíð, hann ruddar ongantíð
- Johan Restorff

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Hósdagur 9 Januar 2025
Vinna

Fyri góðari viku síðan kom fóðurflakin Árnaberg til landið.

Talan er um ein fóðurflaka, sum skal liggja ankraður á Sandsvág og brúkast til alingina hjá MOWI á staðnum.

Tað er JT electric á Kambsdali, sum hevur gjørt flakan og ment tøknina umborð.

- Vit fegnast um møguleikan at gera hendan fóðurflakan til MOWI, sigur Suni Justinussen, stjóri á JT electric.

Hóast korona-støðan í heiminum hevur havt stórar avbjóðingar við sær, so kláraði JT electric at byggja flakan uppá rekord-skjóta tíð og levera hann til tíðina. Fóðurflakin tekur 700 tons av fóðri til laks og 5 tons av fóðri til rognkelsir.

Flakin er útgjørdur við framkomnari sjálvvirkandi fóðurskipan, sum er ment av starvsfólkum hjá JT electric á Kambsdali.

Allar skipanir umborð eru fjarstýrdar, og tí er ikki neyðugt at hava fólk á sjálvum flakanum.

- Vit valdu at keypa alla tekniska útgerð til aliøkið á Sandsvág frá einum føroyskum veitara, sigur Hans Jákup Mikkelsen, stjóri hjá Mowi í Føroyum.

Umframt fóðurflakan hevur JT electric levera kameraskipan, fóðurskipan, netsamband, sensorskipan og landstreymsloysn, sum alt er ment í Føroyum.

Stór atlit eru tikin til umhvørvið í mun til útsjónd, útlát og ljóð.

Landsstreymkaðal verður lagdur út til flakan, so at øll streymveiting kemur frá landi og harvið verður einki olju- og ljóðútlát frá motorum umborð.

Harafturat eru blásararnir til fóðurskipanina umborð settir inn í ljóðdoyvandi kabinett. Í løtuni liggur fóðurflakin við bryggju í Vestmanna.

Eftir ætlan verður hann lagdur út á aliøkið seinni í mánaðinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo