Ársúrslitið hjá nýmennandi felagnum Ocean Rainforest í fjør gjørdist 7,2 mió kr tann skeiva vegin. Tað er størsta hallið nakrantíð, og skal samanberast við hall á smáar 5 mió kr árið fyri og góðar 20 mió kr tilsamans seinastu 10 árini.
Ocean Rainforest hevur heimstað í Kaldbak, og alir tara á fleiri firðum í Føroyum, eitt nú Funningsfirði og Gøtuvík. Tarin verður fyri tað mesta seldur uttanlands og brúktur til matvøru, djórafóður, kosmetikk og sum heilsukostur, stendur í ársfrágreiðingini.
Felagið hevur tilsamans 220.000 metrar av sáddum línum, har tarin veksur, og sum skulu takast í ár. Skurðurin var 185 tons í vátari vekt í fjør og verður 500 tons í ár, um alt gongst sum ætlað, og alt er longu selt, verður sagt.
Á heysti í fjør framdi felagið eina kapitalhækking uppá 43 mió kr, og felagið stendur eisini á odda fyri eini verkætlan, sum hevur fingið 70 mió kr í fígging til at menna taraídnaðin enn meira.
Ólavur Gregersen er stjóri í Ocean Rainforest.
Fíggjarstøðan javnvigar við 58 mió kr og eginognin er 42 mió kr.
Grannskoðarin ger í roknskapinum ta viðmerking, at tað er trupult at áseta virðið á ognunum, eitt nú taranum í sjónum sum ikki er heystaður.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo