Luca Modric hjá Kroatia tapti HM-finaluna móti Fraklandi, men tann lítli miðvallaleikarin við silkifótinum var av FIFA kosin til besti leikari undir hesum HM.
Eden Hazard hjá bronsuvinnaranum Belgia gjørdist nummar tvey, meðan nýggi heimsmeistarin Antoine Griezmann fekk eitt triðjapláss.
Kylian Mbappé, sum gjørdist triði tannáringurin í eini HM-finalu og tann fyrsti eftir Pelé í 1958 sum hevur skorað, var kosin besti ungi leikarin undir HM.
Parisian wunderkind Kylian Mbappé will take home the young player of World Cup award #WorldCupFinal pic.twitter.com/QbDWS0th4Q
— AFP news agency (@AFP) July 15, 2018
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo