Nú, skjótt 5 mánaðir eru farnir, síðan tú læt eyguni aftur fyri seinastu ferð, fyllir tú eyka nógv í tonkum okkara.
Tú vart av sonnum ein super-babba, ein, sum megnaði alt og altíð hevði allar loysnirnar. Vit plagdu at flenna at heimagjørda slagorðinum “KBI - manererar tað til”.
Tú dugdi mestsum alt sjálvur, og tað, sum tú ikki dugdi, fekst tú skjótt og lætt onkran annan at hjálpa tær við. Um man ivaðist í onkrum, vart tú altíð skjótur við ráðum.
Tú fekst sum smádrongur klipt tungubandið, og omma tók mangan flennandi til, at hon ivaðist í, um tey høvdu klipt ov nógv av, tí hittinorðaður vart tú sum fáur - á lættan og skemtingarsaman hátt.
Tú greiddi mangan frá góða barndómi tínum. Fyrstu árini búðu tit í Víkunum, og síðan fluttu tit út á Stoksoyrarveg í húsini, ið abbi tín læt byggja. Har vuksu tit fýra systkini upp saman við mammu, pápa, ommu og abba; øll undir somu lon. Tað var ein tryggur og fjálgur uppvøkstur.
”It takes a village to raise a child” verður tikið til, og vart tú sannførdur um, at ongin barnagarður hevði megnað at uppalt teg eins væl, har tú vart í fríu náttúruni og í grannalagnum omanfyri ”Sandástengur”
Skúlan tímdi tú ongantíð serliga væl, og minnast vit teg einaferð vísa okkum fólkaskúlaprógvið “til skræk og advarsel” - og tó megnaði tú at gera skúlan lidnan við 10 ára skúlagongd, give or take.
Føddur arbeiðsgrev helt tú helst, at tað ikki var serliga logiskt at spilla tíðina uppá skúlagongd, tá tú nógv heldur kundi gera nyttu á arbeiðsmarknaðinum. Sum níggju ára gamal byrjaði tú eisini at egna, og helt tú á til tú vart eini 17 ára gamal, tá tú fórt til ommubeiggjan at arbeiða fisk á fiskavirkinum Norðborg. At egna var nakað, tær dámdi øgiliga væl, og vildi tú nógv heldur egna enn at ganga í skúla.
Tað eina várið, har tað var serliga góður útróður, helt tú, at tú mátti fáa sum mest burturúr. Tú fórt tí til kommunulæknan og bað um eina sjúkraváttan, so tú kundi vera heima í eina viku. Tú greiddi læknanum frá, at tú ikki toldi at vera í skúla – fekst ilt í høvdið og bleivst trongur, og hann játtaði at geva tær sjúkraváttanina.
Tú egndi alla ta vikuna á tamb.
Sjálvsagt var uppsparingin á góðari leið av tí sama, og sum 16 ára gamal keypti tú tær tín fyrsta bil. Koyrikort hevði tú ikki, men hetta var heldur ongin forðing, tí skjótur við loysnunum, fekst tú systur tína at vera privatsjafør, til tú sjálvur fekst koyrikort.
Ikki nýttist tær nógvar koyritímar; ein hálvan tíma ella so. Sum við so nógvum øðrum í tínum lívi, dugdi tú longu at koyra, áðrenn tú hevði roynt tað. Onkuntíð ivaðist man í, um Pippi hevði lænt kendu orðini frá tær. “Hetta havi eg ikki roynt áður - so tað megni eg heilt víst.”
Ætlanin við fólkaskúlapróvnum var kanska, at tú skuldi fara at lesa til skipara. Tað var í øllum førum ein av mongu dreymum tínum at gerast sjómaður. Tokkin til havið var altíð stórur, men var tað helst títt heimkæra lyndi, ið helt tær uppi á landi. Átti tú alla tíðina í verðini, stóðst tú á Kósakaiini hvørt kvøld og fiskaði.
Sum pápi vart tú kærleiksfullur, stuðlandi og altíð klárur við eini hjálpandi hond. Tað, ið tær dámdi allarbest var, at læra frá tær, og hetta fall tær lætt við tínum klistriheila og paratvitan í heimsflokki.
”Kongar eiga prinsessur” plagdi tú at taka til, og hetta, at tú ”bert” fekst døtur, nutu vit ágóðan av á mangan hátt, tí tú keypti fjarstýrdar bilar, tókst okkum við at fiska og lærdi frá tær bæði um skrúvustikkur og torx, um munin á skrallu og skiftilykli, um at skifta olju og at koyra vatnskutara við Miðjarðarhavið.
Í køkinum vart tú Michelinstjørnu verdur. Pannusós við nógvum róma, passaliga væl stoktir búffar og flógv nýbakað marmorkøka vóru bert nakrir av mongu rættunum, tú borðreiddi við; tí at gerast yrkiskokkur var enn ein av mongu dreymum tínum og fylgdi tú altíð væl við í mati og matgerð, millum annað á mongu matstovuvitjanunum kring heimin.
Vit minnast teg siga, tá ein annar megnar klaksvíkingur fór foldum frá, at “hevði eg fingið eitt eftirmæli sum hansara, so hevði eg verið glaður”. Ikki kann sigast annað enn, at avrikini hava verið mong. Tín persónmenska gjørdi, at tú vart vavdur inn í mangt og hvat.
Blikksmiður, handilsleiðari, býráðslimur, oljufýrservisa, sløkkiliðsmaður, stjóri, skeiðshaldari, ferðaleiðari, sjómannadagar, røðuhaldari, nevndarlimur, konferencier, ja vit kunnu blíva við.
”Go big, or go home!” var slagorðið, ið leiddi teg fram á leið. Framburðsviljin var til staðar heilt frá barnsbeini, og vísti tað seg aloftast, at tað, ið tú fórt í holt við, eydnaðist væl og gav av sær. KBI var títt hjartabarn, og tú náddi at sita á stjórasessinum í 20 ár, 7 mánaðir og 23 dagar. “Kaffið og smílið er sjálvandi ókeypis”.
Ein fyritøka, ið byrjaði í tí smáa í einum fjósi í Klaksvík, stendur nú eftir sum ein stórbærur minnisvarði um tað megnaravrik, ið tú, saman við tínum dugnaligu starvsfólkum, so hegnisliga hevur latið eftir teg.
Einaferð eltu tú og ein býráðsstarvsfelagi ein bankaránara niðri á flatlondum. Hesin skuldi ikki sleppa so lætt. Tit megnaðu eisini at fáa hann aftur og halda honum, til løgreglan kom á staðið.
Ólønta arbeiðið var tað, ið tær dámdi allarbest. Ein glaður gevari, ið av hjarta ynskti at gleða og hjálpa, har til bar.
Mangt avrikið liggur eftir, og vera tey við til at halda minnini um teg á lívi í mong ár framyvir.
Fyrsta, vit koma inn í Klaksvíkina, runda vit húkin. Honum vart tú sera errin av at eiga lut í, og stendur hetta fyrireikingararbeiðið fast í minninum. Tá húkurin endiliga var komin til Føroya og tú stoltur koyrdi út á Skarðhamar at vísa okkum avrikið. Åh dett stríð hjá tykkum fyriskiparum og um reppið, at hann varð feldur á mállinjuni og ikki gjørdist veruleiki. Tá var gott at hava títt ótroyttiliga áhaldni.
Søgu elskaði tú sum fáur. Ættarbond og gamlir dagar høvdu bæði tín serliga áhuga. Savnaði seinnu árini saman mong stuttlig søguskrín, modellskip og annað søguliga áhugavert tilfar. ”Skyldmaðurin/skyldkonan” vart tú kendur fyri at heilsa skyldfólki tínum, og fórt tú tá heilt út í í minsta lagi sjeynda ella áttanda lið.
Ein av vinmonnnum tínum hevði á orði, eftir at tú vart farin foldum frá, at mong menniskju fáa eitt heilt lív at liva í, men liva tað bert hálvt, meðan tú hevur livað eitt heilt lív uppá hálva tíð.
Vit fara í ævir at sakna, tá tú ringdi at tosa um øll tey smáu tingini í lívinum. Vit fara at sakna títt stuðlandi og hjálpsama lyndi og orðini ”hvat skuldi eg gjørt uttan teg, elskaða hjá babba”. Vit fara at sakna øll minnini, ið tú ikki náddi at taka lut í.
Troystina finna vit í, at tú átti Jesus í hjartanum, og í vónini um, at vit síggjast aftur ein dag.
Sum 5. vers í sálminum, ið varð sungin til jarðarferðina, so væl sigur:
Tú fylgja mær vilt, tá ið sløkna eg skal,
Tú gavst mær títt lyfti, tað styrkir meg væl.
Ja, áðrenn eg spurdi, tú gavst hetta svar:
Ver tryggur, eg vera skal verjan hjá tær.
Við vón um, at tú hevur sett akker í blikalogn á víðopnum havi, meðan tú vælnøgdur stendur við tráðu í hond og eygleiðir sólina rísa í eystri, lýsa vit frið yvir minnið um kæra pápa okkara, Karl Birgir Ziska Isaksen.
Rannvá, Karla & Tóra
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo