Sum siðvenja er, skipar Føroyska sjómansmissiónin fyri Minningarhaldið teirra sjólátnu alhalgunardag, mikudagin 1. novembur.
Minningarhaldið verður kl. 14. á Vinnuháskúlanum í Nóatúni 2, í Havn.
Høgni Hoydal, landstýrismaður heldur røðu og Ann Hermansdóttir, prestur, hevur andakt.
Aftaná verður farið niðan til minnisvarðan í viðarlundini, har kransur verður lagdur.
Øll eru vælkomin.
Tíbetur er eingin deyður í sínum starvið á sjónum farna árið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo