MEST: RAS skipanin er júst veitt til Bakkafrost við Áir. MEST hevur uppsett skipanina í samstarvi við MAT-KULING úr Noregi.
Talan er um eina skipan, ið er bygd upp sum ein fullfíggjað prefabrikerað eind, ein sokallað “plug and play” loysn, ið harumframt eisini krevur sera lítið av plássi og orku.
Eindin er útgjørd til mekaniska, biologiska, kemiska og sóttreinsandi vatnviðgerð.
Talan er um eina heildarloysn har stýringar eru ein partur av RAS eindini. Raksturin av eindini er sera brúkaravinarligur.
RAS eindin er útgjørd við fylgjandi útgerð:
-
Trumlufiltri
-
Proteinskimmara
-
Ozon generator
-
Biofiltri (Moving bed)
-
Avgassara
-
UV-filtri
-
Hitavekslara
-
Følarum:
-
Niveau
-
ORP
-
pH
-
Temperatur
-
Flow
-
Trýst
-
-
Stýriskápi
Øll eindin sum hon er, er framleidd úr plasti (PP & PVC).
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo