Tórshavnar kommuna: Nú ber til at melda seg til eldradagin 2020. Dagurin verður hildin í Norðurlandahúsinum.
Tilmeldingin fer fram HER. Tú sært eisini skránna fyri dagin á somu síðu.
Evnið í ár er umhvørvið: “Ein grønari kommuna”.
Sum so mangt annað ávirkar koronan eisini Eldradagin. Hetta ber m.a. í sær, at almennu tilráðingarnar um savning skulu haldast. 100 fólk kunnu vera í stóra salinum og 49 í minna salinum.
Tískil er neyðugt at fólk melda seg til eldradagin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo