Maskinmeistarafelagið: Maskinmeistarar hjá SSL eru so ónøgdir við vánaligu lønina og vánaligar arbeiðstreytir, at teir ætla at rýma, fáa teir ikki ein munandi betri sáttmála og setanartreytir.
Tað fekk Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, væl og virðiliga at vita, tá hann vitjaði umborð á Smyrli at fáa eitt prát við manningina í maskinrúminum.
Teir báðir Magni G. Joensen og Poul Henning Poulsen, sum báðir sigla sum 2. meistari við skipinum, hava longu tikið avgerðina – um ikki okkurt, sum veruliga munar, hendir við løn og arbeiðsumstøðum, so eru teir farnir.
Sí videobrotið, har teir báðir greiða frá støðuni her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo