Í gjárkvøldið leitaði Karin M. Djurhuus eftir teimum, sum mikudagin bjargaðu lívinum á mammu hennara, Sólbjørg, sum var og vitjaði eina framsýning í Hvalastøðini við Áir.
- Ein tøkk til ókendar menn: Var tað tú sum leyp til, fyri at geva mammu míni hjartamassagu mikukvøldið við Áir, so eigur tú/tit lívið í henni, og avvarandi standa í sera stórum takksemi til hesar menn, ið gjørdu eitt megnar arbeiði, skrivar Karin millum annað á sínum facebookvanga.
Ein av teimum, sum var skjótur at leypa til og veita hjálp, var Magni Blástein úr Vestmanna. Magni sigur við VP, at tað vóru fleiri sum beinanvegin traðkaðu til tá kvinnan small um. Onkur gav hjartamassagu og onkur annar fór at leita eftir einum hjartastartara.
- Men tað var ikki bara sum at siga tað, tí vit sluppu ikki inn har sum startarin var. Endin var, at eg tók ein spaka og breyt mær veg inn gjøgnum einar dyr har, sum vit hildu at hann mundi vera. Tað gekk eisini at finna hann, og tá sjúkrabilurin kom á staðið, hevði kvinnan fingið nakrar stoytir og var komin aftur til vit, sigur Magni Blástein við VP.
Hann heldur, at tað átti at verið gjørt meira fyri at upplýst um hjartastartararnar og eisini syrgt fyri, at teir ikki vóru innilæstir.
Ein annar sum var skjótur at veita hjálp var Gunnbjørn Joensen úr Hósvík. Hann heldur, tað mundu ganga einir 8 minuttir frá tí at Sólbjørg small um, til hon fekk fyrsta stoytin.
Hann sigur við VP, at tað var ein skelkandi hending, men tíbetur var nógv fólk til staðar, og eisini nógv sum dugdu fyrstuhjálp.
Karin M. Djurhuus sigur við VP, at mamman, sum er farin til Danmarkar til víðari viðgerð, eftir umstøðunum hevur tað gott og er takksom fyri hjálpina sum hon fekk. Tað eru tey avvarandi eisini, sigur hon.
Upplýsingar um hvar hjartastartarar eru í Føroyum eru á síðuni hjartastartari.fo.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo