Matstovur skulu sleppa at innflyta rúsdrekka uttanum Rúsdrekkasølu Landsins. Tað stendur í nýggja samgonguskjalinum, sum júst er undirskrivað.
Sum tað er í dag skal allur innflutningur ganga umvegis Rúsuna, og tað hava umboð fyri matstovuvinnuna mangan fílst á, tí tað er ein dýrkandi og avmarkandi liður í vinnuni.
Í samgonguskjalinum stendur eisini, at bryggjarí og brennarí skulu sleppa at selja egna framleiðslu í egnum sølubúðum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo