Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í gjárkvøldið, 23. mars, var aðalfundurin hjá Føroya Óðalsfelag hildin á Búnaðarstovuni í Kollafirði.

Nógv fólk var komið saman, og fleiri viðkomandi evni fyri landbúnaðin vórðu umrødd.

Á fundinum hevði eisini Elisabeth Skarðhamar Olsen, sum er ph.d. lesandi í humangeografi, og granskar í staðbundna matbúskapinum í Føroyum, eina spennandi framløgu, og segði hon frá Matvit-ráðstevnuni, ið verður í Norðurlandahúsinum 8-9. apríl.

Hvussu røkka vit burðardyggum matsjálvbjargni í Føroyum?

Á fundinum var kjakast dúgliga um hendan týdningarmikla spurning. Og sjálvsagt var stórur áhuga millum limirnar í Óðalsfelagnum fyri hesum evni. Tað munnu verða fá sum ivast í, at um Føroyar skulu gerast sjálvbjargnar við okkara egnu matvørum, so skulu føroyskir bóndir og óðalsfólk spæla ein avgerandi leiklut.

Limirnir vóru á einum máli um, at um nakar í Føroyum hevði skil fyri burðardygd, so vórðu tað bóndir og óðalsfólk. Fyri landbúnaðin eru javnvág, náttúruvernd og djóravælferð bæði ein moralsk skylda, og ein grundleggjandi fortreyt fyri øllum okkara virksemi.

Á aðalfundinum var, sum siður er, eisini formansval og val av stýrislimum. Niels Thomas Pedersen var afturvaldur sum formaður, og valdir í Stýrið vórðu Heðin D. Poulsen, Kjartan Højgaard, Rani Slættanes, Jógvan í Beiti, Jóhan Eli Poulsen og Annfinnur Heinesen. Kassameistari er Dánial Christoffersen og Petur Frank í Innistovu er grannskoðari.

Føroya Óðalsfelag takkar stórliga fráfarandi stýrislimunum Heina Mohr, Sjúrður Guttesen, Kjartan Poulsen og Trygva Thomsen, fyri trúgva og drúgva tænastu.

Føroya Óðalsfelag
fo(at)mail.fo
www.odalsfelag.fo

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo