Vinnarauppskotið av arkitektakappingini um tjóðleikhús átti MAP arkitektar.
Um uppskotið hjá MAP arkitektum, sigur dómsnevndin:
- Uppskotið skarar framúr á øllum givnum økjum: Arkitektonisk hugsjón, funktionalitetur, samspæl við nærumhvørvið og byggibæri, heildarkostnað og umhvørvisatlit.
- Tað hevur eitt týðiligt og snotiligt høvuðsbragd, sum sameinir og miðlar tað nógva virki í tjóðleikhúsinum. Logistikkurin og skipanin í tjóðleikhúsinum er sera sannførandi, og sum gestur fært tú eina stóra uppliving, og tað er lætt at vitja húsið. Bygningurin er gevandi í mun til sítt umhvørvi, tí hann við s´+inum terassum leiðir okkum inn í tjóðleikhúsins skala á sannførandi hátt, hann hevur bleytt dánað, spælandik og kortini rytmisk mynstur og er innbjóðandi á øllum fimm síðunu, og bygningurin virkar bæði sum eitt nýtt útsýnisstað, haðani tú upplivir alt havnarrúmið, og sum trappusteinur tilSkansan og sjónarringin.
- Á fyrimyndarligan hátt nýta uppskotssetararnir sannførandi snild, tá ið sundurbýting av virksemi og innanhýsis samanspæl verður gjørt. Bæði fyri framman leiktjøldini og handan leiktjøldini.
Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, handaði virðislønirnar.
Fyriuttan fyrstu virðisløn, vóru tríggjar triðju virðislønir handaðir.
Hesar vóru:
- Kontrast, byggilist og byggifrøði, saman við Schmidt/Hammer/Lassen/Architects/ og H+, fyri uppskotið Tjóðpallur Føroya
- Selmar Nielsen Arkitektur Sp/f, saman við White Arkitektar, Stockholm, fyri uppskotið, Leikhúsið við heimsins enda
- Zeta/Brim arkitektar, fyri uppskotið, Rípan
Møguleiki verður hjá almenninginum at síggja innkomnu uppskotini í Mullers Pakkhúsi, Sigmundargøta 21, fríggjadagin 9. septembur frá kl. 15 - 17. Eisini er opið leygardagin 10. septembur kl. 13 - 17 og mánadag 12. til mikudag 14. septembur kl. 13 - 17.
Dómsnevndarálitið kann lesast her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo