Tað var eitt fólk sum var til gongu við eina av mongu veitunum í býnum Largo í statinum Florida sum varnaðist, fýra metrar langa alligatorin, og at hann eftir øllum at døma hevði okkurt sum líktist pørtum av einum menniskja í kjaftinum.
Myndugleikarnir á staðnum fingu alligatorin avlívaðan og funnu tá restirnar av fólkinum í kjaftinum og búkinum. Nú verður roynt at finna útav, hvør viðkomandi er, og um hann ella hon er dripin av alligatorinum ella talan er um eitt fólk sum frammanundan var deytt, og sum alligatorurin fann, skrivar The Guardian, sum eisini nevnir, at yvir ein millión alligatorar eru í Florida.
Í USA koma í miðal seks fráboðanir árliga um, at alligatorar hava gjørt enda á fólki.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo