Tórsfest: Ein heimstjørna kemur aftur til Føroya, hesuferð á Tórsfest 2023!
Tónleikaferðin hjá Lukasi byrjaði í 2011, tá hann útgav sangin ‘Drunk in the Morning’ ið fór um allan heim. Hann varð tilnevndur 3 GRAMMY virðislønir í 2017 og var tað hansara altjóða gjøgnumbrot. Hann útgav eftir hetta sangin ‘7 Years’, ið fór á toppin á hittlistum kring allan heim og eftir hetta, kom hansara útgáva ‘Love someone’ ið fekk eins stóra viðgongd og góða móttøku, sum hansara fyrstu hitt.
Hetta hevur ført við sær, at Lukas Graham er ein av allar størstu stjørnunum í Danmark, ið veruliga hevur fingið sítt altjóða gjøgnumbrot. Serliga kendur er hann fyri sínar liveframførslur, har hann altíð megnar at fáa áskoðarafjøldina at syngja við og er tað sjálvsamt at síggja ein kunstnara, ið syngur eins væl live og hann ger á útvarpshittum.
Forsøluprísurin til Tórsfest er 650 kr og prísurin hækkar 05.mai 2023.
Atgonumerki fáast hjá Telebúðunum á Tvøroyi, í SMS, Hoyvík, Saltangará og í Klaksvík, í effo í Gundadali og á www.ebillett.fo.
Tórsfest 2023 í samstarvi við OY, Burger King, ETA, Føroya Tele, effo, Atlantic Airways og betri trygging.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo