Granskarar frá Københavns Universitet hava í samstarvi við Bispebjerg Hospital funnið, at ein B3-líknandi vitamin betrar munandi um lívsgóðskuna hjá KOL-sjúklingum, skrivar Det Sundhedsvidenskabelige Fakultet.
- Vit gerast øll eldri, og við aldrinum fylgja ofta ein røð av heilsutrupulleikum og varandi sjúkum. Í seinasta flokki er sjúkan kronisk obstruktiv lungnasjúka (KOL), sum stívliga 400.000 danir liva við. Men bert helvtin veit, at tey hava sjúkuna.
- Fólk við KOL liva ofta við andingarney, áhaldandi hosta við slími, og tað ger dagliga virksemið avbjóðandi. Nú bendir ein nýggj kanning frá Københavns Universitet og Bispebjerg Hospital á, at ein serlig B3-vitamin kann vera lykilin til at betra um lívsgóðskuna hjá hesum sjúklingum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo