Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Løgmálaráðið: Nú er revsivert at fremja kynsliga avnoyðslu ella at lokka børn og ung við ætlan um at fremja kynslig brotsverk.

Løgtingið samtykti einmælt at broyta revsilógina um kynsliga avnoyðslu og lokking. Hetta inniber, at lokking og kynslig avnoyðsla vera kynslig brotsverk í Føroyum, eins og tey eru í nógvum øðrum londum.

Áðrenn broytingina var mett at revsilógin ikki í nóg stóran mun hevði fylt við talgildu menningini og talgilda veruleikanum. Undanfarna lóggáva gjørdi tað torført hjá ákæruvaldinum at lyfta próvbyrðuna í sambandi við lokking og avnoyðslu, og tí er henda tíðarhóskandi broytingin nú framd.

”Hetta er eitt stórt fet ímóti at verja børn og ung, tá ið tey ferðast á netinum”, sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, sum fegnast um, at løgtingið einmælt samtykti uppskotið.

Les meir um lokking og avnoyðslu her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo