Teir tríggir formenninir Bárður á Steig Nielsen, Jørgen Niclasen og Jenis av Rana heittu í dag á løgmann um at leggja frá sær og tað hevur hann játtað at gera í morgin.
Tá fer hann at boða tingformanninum frá, at hann leggur frá sær, og harvið eisini samráðingarættin at skipa samgongu.
Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin eru samdir um at fara undir samráðingar, at skipa nýggja samgongu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo