Leitingin eftir teimum báðum saknaðu monnunum av línubátinum Kambi, sum í gjár sakk sunnanfyri Føroyar, heldur fram í dag.
Brimil hevur leitað í alla nátt, tyrlan og eitt flogfar fara aftur at leita nú tað er blivið ljóst.
Leitingin í gjár gav onki úrslit, annað enn at onkur bjargingarvestur og -ringur varð funnin, upplýsti Hilmar Johannesen, vaktleiðari hjá MRCC, fyri útvarpinum í morgun.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo