Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Sí myndir her

Tórshavnar kommuna: Nógv fólk vórðu savnaði til eldradagin í Dansifrøi fyrrapartin í dag. Tað er Eldraráðið, sum skipar fyri eldradegnum, og endamálið við degnum er at varpa ljós á raðfestingina og tiltøk á eldraøkinum hjá landsstýrinum og Tórshavnar kommunu. Tað er ein sannroynd, at bólkurin 67+ veksur alsamt og verður umrøddur av myndugleikum og politikarum sum ein tann størsta samfelagsliga avbjóðingin fyri framman.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, í Havn setti eldradagin, og hann segði m.a. soleiðis í setanarrøðuni:

“Øll vit, ið eru her í dag, umboða tað sokallaða gráa gullið - so hetta er ein virðismikil fjøld, sum er savnað saman í dag. Serfrøðingar hava ofta lyndi at síggja tað sum eina avbjóðing, at vit liva longri og gerast eldri. Men eg haldi, at vit mugu venda tí og síggja tað positiva. Tí vit eiga at fegnast um, at vit gerast eldri, og at vit liva longri.

Tá tú er farin upp um 67 ár, hevur tú verið á arbeiðsmarknaðinum í kanska meira enn 40 ár. Tá haldi eg, at tú hevur gjørt tína samfelagsskyldu. Tá eigur tú at sleppa á pensjón, um tú hevur hug. Men hevur tú hug at taka eitt eyka tak og steðga eitt sindur longri á arbeiðsmarknaðinum, ja, so skal tú eisini sleppa tað,” segði borgarstjórin.

Borgarstjórin legði dent á, at bjartskygni er umráðandi.

“Halgabók sigur, at vit skulu ikki stúra fyri degnum í morgin. Latið tí búskaparfrøðingar, politikarar og onnur eiga høvuðbrýggj við útrokningum, demografi og hvørji orð tey annars brúka.”

“Lat okkum heldur síggja bjartskygnið. Tí er tað ikki gott, at vit gerast eldri, er tað ikki gott, at vit liva longri? Hjartaliga vælkomin øll somul, og góðan eldradag.”

Á eldradegnum varpaðu Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, Magni Mohr, professari í fysiologi, Heri Petersen, fulltrúi í Almannaráðnum, Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, Kári Holm Johannesen, deildarleiðari á Hagstovuni og Robert Vilhelmsen frá Eldraráðnum ljós á viðkomandi evni, sum eru uppi í tíðini, og sum hava ávirkan á tey, ið eru omanfyri 67 ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo