Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Hósdagin hevði Vágs skúli sera forkunnuga vitjan, tá ið landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvinarmálum var á rundferð í Suðuroynni og vitjaði og luttók til undirvísing.

Djóni Nolsøe Joensen hevur seinastu mánaðirnar fylgt væl við einari phd-rørsluverkætlan, ið er samanrenning millum Fróðskaparsetur Føroya, Fólkaheilsuráðið og Vágs skúla, og tí valdi hann at vitja og luttaka í rørslutímanum saman við 4. flokki.

Eftir rørslutíman setti landsstýrismaðurin og starsvfólk úr barna- og útbúgvingarráðnum, næmingum og lærarum spurningar um átakið, og dugliga varð spurt og svarað, og eisini var góður látur millum embætisfólk, lærarar og næmingar. Tá ið landsstýrismaðurin hevði fingið sær eitt brúsubað eftir lidna venjing og spurnartíma, var upplegg frá lærararunum, ið eru knýttir at rørsluverkætlanini um tilgongdina, tilfarið, royndir og eisini "ringar í vatninum”, sum tey orðaðu seg.

Á middegi var døgurðasteðgur, og so var fundur millum leiðslunar í Tvøroyar og Vágs skúla, Fróðskaparsetur Føroyar, Fólkaheilsuráðið og landsstýrismannin í barna- og útbúgvingarmálum, og embætisfólk hansara, um hvussu henda rørsluverkætlan kann halda áfram og møguliga eisini breiðast út til fleiri skúlar í Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo