Løgmansskrivstovan: Bjarni Kárason Petersen landsstýrismaður í lógarmálum, fer í barnsburðarfarloyvi frá 1. februar og 8 vikur fram, at vera heima hjá lítlu Bjartu, ið er 8 mánar gomul.
Hetta er fyrstu fer í Føroyum, at ein landsstýrismaður ella landsstýriskvinna fer í barsilsfarloyvi, meðan tey sita í landsstýrinum.
“Fyrsta tíðin saman við barninum er serstøk. Vit pápar eiga eisini hesa tíðina, men duga kanska ikki so væl at raðfesta hana. Tað er ein tíð, ið mann ikki fær aftur, og er tískil dýrabar, og ta tíðina ynski eg at raðfesta, og njóta til fulnar. Eg vóni at fleiri pápar fara at síggja virði í at fara í barsil í framtíðini, óansæð um man er landsstýrismaður, handverkari ella lærari.”, sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum.
Meðan landsstýrismaðurin er í barsil, tekur løgmaður sær av hansara málsøkjum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo