Fyrst var tað einki samband millum ólag í menstruasjónini hjá kvinnum og vaksinuna móti koronavirus.
Tað var á sumri 2021, tá fleiri túsund kvinnur um allan heimin boðaðu frá júst tí.
Yvir eitt ár seinni so var kortini eitt samband, ljóðaði frá europeiska hjáárinsnevndini (PRAC) í oktobur 2022.
Men hetta var bert galdandi fyri kvinnur við menstruasjón, sum eftir antin Pfizer- ella Moderna-vaksinu bløddu illa undir menstruasjónini.
Men kvinnur boðaðu eisini frá øðrum ólagi enn nógvari bløðing, herundir broytingar í tríðarskeiðinum, menstruasjón sum ikki kom ella tí øvuta: At tær fingu menstruasjón, sjálvt um tær vóru í skiftisárum ella til dømis høvdu hormonspiral.
Og nú stuðlar ein kanning upplivingunum hjá fleiri av hesum kvinnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo