Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Sjálvstýri: Kristin Michelsen verður valevni fyri Sjálvstýri á komandi løgtingsvali. Kristin er 63 ára gamal, búsitandi í Froðba, og er giftur við Joan. Saman eiga tey dóttrina Halldis. Í frítíðini brúkar Kristin nógva tíð upp á ítrótt, umframt at hann brúkar nógva tíð upp á seyðahald og feitilendir.

- Eg fegnist um at vera á listanum hjá Sjálvstýri, tí eg taki fult undir við teirri linju ið flokkurin hevur lagt gjøgnum longri tíð, har millum annað vinnuni verður tryggjaðir góðar og tryggar karmar, umframt at vit fáa sett sjóneykuna á avbjóðingarnar hjá útjaðrinum í Føroyum - ikki minst í mun til ferðavinnu.

Kristin metir tað vera neyðugt, at munandi tillagingar vera gjørdar í fiskivinnunýskipanini – eitt nú, so skulu menningarkvoturnar og  uppboðssølan takast av.

- Fiskivinnan skal fáa nógv tryggari karmar at virkar undir, soleiðis at nýggjar íløgur kunnu gerast. Eisini er neyðugt, at vit hyggja at alivinnuni, ið hevur nógv tryggari karmar, og fáa javnstilla fiski- og alivinnunna.

- Hví skal fiskivinnan gjalda nógv meir enn alivinnan og liva undir ótryggari kørmum?

Vil styrkja um útjaðarin
Kristin ynskir at virka fyri, at verkætlanir kring landið vera stuðlaðar. Eitt nú, so vil hann seta fulla ferð á Suðuroyartunnilin, soleiðis at klárt er at bora tá Sandoyartunnilin er liðugur. Harumframt vil hann styrkja um Suðuroyar- og Klaksvíkar Sjúkrahús.

Eisini vil hann seta ferð á tunlarnar norður um fjall og Fámjins tunnilin

Kristin ynskir at staðseta almenn arbeiðspláss í Eysturoynni og at fáa gjørt Fjøruvegin í Runavík.

- Eysturoyggjin er ein kraftdepil innan vinnulív við nærum ongum almennum arbeiðsplássum, her mugu almennir stovnar staðsetast, og í mesta mun skulu nýggir almennir stovnar staðsetast uttanfyri miðstaðarøkið. Eisini er neyðugt at vit alt fyri eitt fáa sett gongd á Fjøruvegin í Runavík.

Vit í Sjálvstýri ynskja Kristin vælkomnan á liðið, og síggja fram til ein spennandi valdyst!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo