Í mars 84 tóku nøkur fólk í Odense stig til at savnast um Guds Orð á móðurmálinum, og tað hevur verið í gongd í fýrati ár. 16. mars verður ”festdagur”, siga nøkur – onnur tosa um ein hátíðardag. Í øllum førum verður tað ein gleðidagur.
Tað var og er eitt ynski um at hava eitt føroyskt kristiligt umhvørvi at koma til ella vera í hjá føroyingum á Fyn.
Fólk hava meldað seg til dagin úr Íslandi, Føroyum og stórum parti av Danmark.
Vit fara at hyggja aftureftir á hesi fýrati árini, men eisini upp og frameftir. Tí her er framvegis eitt kristiligt umhvørvi at koma til.
Í fleiri ár hava vit savnast hvørt fyrsta fríggjakvøld í mánaðinum, og har eru nøkur komin fast langvegis frá, so tað sær út til, at har hevur verið nakað at koma eftir.
Sjálvur kann eg siga, at eg illa dugi at ímynda mær, hvussu eg hevði yvirlivað hesi 40 árini uttan at hava havt eitt stað at koma, har eg kundi hoyra, lurta, lesa, biðja, vera og syngja um Kristus á móðurmálinum, tí hjartamálið er móðurmálið.
Nógv av hesum árunum hava vit eisini havt ein árligan stevnudag, og tá eru eisini fólk komin langvegis frá.
Fyri okkum vil eg siga, at meginparturin av vinum okkara kring Føroya land stava fra vinarbondum, sum vórðu og eru knýtt í hesum kristiliga verki hesi 40 árini.
Hvat gera vit so hendan dagin í mars? Vit geva okkum góðar stundir. At vera saman, lurta saman, spáka, eta saman og syngja saman. Vit geva okkum góðar stundir at hitta gamlar og nýggjar vinir saman.
Er tað so bara sosialt? Tað er e i s i n i sosialt. Tað berandi hesi fýrati árini hevur verið at luta trúnna á Kristus við hvønn annan, og tað verður tað eisini leygardagin 16. mars.
Vit eru á Kratholmskolen, Byghøjvej 25, 5250 Odense SV frá morgni til myrkurs hendan dagin, og tú ert vælkomin allan dagin ella eina løtu.
”Bara at síggja teg....”
Tú kanst eisini altíð ringja til mín á 30 25 13 73
Árni Helmsdal
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo