Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Oljufelagið Krafta: Oljufelagið Krafta og Sjóvar kommuna ætla at gera avtalu um eitt økið á Hulki, har Krafta fer undir at byggja eina oljugoymslu. Avtalan er treytað av, at neyðug loyvi fáast til verkætlanina.

Oljugoymslan á Hulki verður 5.000 m3 til støddar, við tveimum tangum á 2.500 m3

Oljugoymslan verður eitt gott ískoyti til verandi oljukapasitetin í Føroyum, og harvið eisini eitt gott ískoyti til trygdartilbúgvingina, havandi í huga ótryggu støðuna í heiminum. Gongur eftir ætlan er oljugoymslan klár at taka í nýtslu um ársskiftið 2024-25.

“Vit meta, at staðsetingin á Hulki er tann besta fyri virksemið hjá Krafta. Hulkur er ein av góðu náttúruhavnum í Føroyum. Staðsetingin er eisini avgerandi fyri virksemið hjá Krafta, sum leggur seg eftir at veita olju til skip. Tí eru vit sera fegin fyri avtaluna við Sjóvar kommunu”, sigur Rói Kalsø, stjóri í Krafta í stuttari viðmerking.

“Í Sjóvar kommunu fegnast vit um at fáa virksemi á Hulki, sum vendir sær til sjóvinnuna. Verkætlanin hjá Krafta hóskar seg væl til ætlanirnar hjá Sjóvar kommunu um at fáa meira virksemi á Hulki, har kommunan hevur gjørt íløgur í at betra um karmarnar fyri vinnuligt virksemi,” sigur Artur Johansen, borgarstjóri.

Oljugoymslan verður bygd eftir nútímans ásetingum og við nýggjastu trygdartøkni, til tess at fyribyrgja dálking ella møgulig óhapp. Krafta er farið undir at fáa neyðug loyvi, so at farast kann undir at byggja oljugoymsluna.

Krafta hevur síðani fyrst í juli í ár handla olju til skip, og hevur Krafta merkt ein sera jaligan hugburð frá sjóvinnuni og almenninginum sum heild.

“Við egnari oljugoymslu, kemur verulig kapping á oljumarknaðin í Føroyum”, sigur Rói Kalsø at enda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo