Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Tað verður undir skipaðum umstøðum, at áskoðarar sleppa til dystirnar í Betri Deildini hjá monnum - Mynd: www.FSF.fo

Tað verður undir skipaðum umstøðum, at áskoðarar sleppa til dystirnar í Betri Deildini hjá monnum - Mynd: www.FSF.fo

Tað verður undir skipaðum umstøðum, at áskoðarar sleppa til dystirnar í Betri Deildini hjá monnum - Mynd: www.FSF.fo

Komandi vikuskiftið, leygardagin 6. og sunnudagin 7. mars verður ársins fyrsta umfar í Betri Deildini hjá monnum á skránni. Byrjað verður í Hólmanum á Eiði leygardagin klokkan 15:00, tá EB/Streymur tekur ímóti ÍF.

Sunnudagin klokkan 15:00 spæla HB – NSÍ, Víkingur – TB og 07 Vestur – B36, meðan dysturin á Svangaskarði millum B68 og KÍ verður floytaður í gongd klokkan 16:00.

Áskoðarar sleppa til dystinar, men treytað av, at koronareglurnar, sum FSF og Koronaráðgevingin hava orðað, verða fylgdar.

– Um áskoðari er sjúkur er viðkomandi heima og møtir ikki til dyst. Um viðkomandi ivast, er man eisini heima.

– Sjúkutekin: Fepur, ilt í hálsinum, hosti, trongd.

– Heimafelag hevur ábyrgd av at skipa áskoðarar í bólkar á max. 100 fólk við týðuligari avmarking ímillum bólkarnar. Við hvørja inngongd verður ein hondspritt haldari settur.

– Áskoðarar eru í sama bólki allan dystin. Hvør bólkur hevur egna inngongd, útgongd og atgongd til WC, so bólkar ikki blandast áðrenn og aftaná dyst. Hetta fyri at lætta um eina møguliga smittusporan.

– Á áskoðaraplássunum sita áskoðarar á øðrumhvørjum stóli, og onnur hvør rekkja er tóm.

– Mælt verður til at skipa sølu av atgongumerkjum soleiðis, at tað slepst undan bíðirøðum.

– Heimafelag hevur ábyrgd av at kunna áskoðarar (yvirlit á heimasíðuni, facebook e.l.) um, hvussu bólkarnir eru skipaðir og hvørjar inngongdir eru.

– Heimafelag setir hóskandi tal av vaktarfólki til hvønn bólk, sum tryggja at tilmæli um frástøðu og tal av áskoðarum verða hildin.

– Møgulig søla av kaffi o.ø. skal verða í hvørjum bólki sær, so fólk ikki blandast ímillum bólkarnar

– Heimafelag setir ein trygdarovasta, sum hevur hægstu ábyrgd av áskoðaraviðurskiftum og skal tryggja at hesar leiðreglur – serliga tal av áskoðarum í hvørjum bólki – verða fylgdar.

– Ljóðbrotið, við áminning um at halda leiðreglur (útflýggjað av FSF), skal spælast í hátalaranum áðrenn dystarbyrjan, beint áðrenn hálvleiksteðgin, tá seinni hálvleikur byrjar og móti dystarenda.

Fyri at fáa loyvi at spæla dystir við áskoðarum, hava feløgini gjørt eina ætlan um, hvussu tey kunnu skipa áskoðaraviðurskiftini sambært omanfyristandandi tilmælum, og er hendan ætlan send og góðkend av FSF – í samráð við Koronaráðgevingina.

Um okkurt felag er, sum manglar at gera hesa ætlan – og/ella at fáa hana góðkenda, skal hon gerast og verða góðkend av FSF – í samráð við Koronaráðgevingina, áðrenn fyrsti heimadystur í 2021 verður spældur.

FÓTBÓLTSSAMBAND FØROYA

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo