Á fjórða árið á rað verður skipað fyri felags gudstænastu í Sandoyar prestagjaldi, Kristi himmalsferðardag, 10. mai, kl. 12.00. Gudstænastan verður í høllini inni í Dal.
Havstein Klein, prestur, prædikar. Gudstænastan verður hildin í sambandi við fótbóltsmarathon, sum B71 skipar fyri.
Kristiliga sangkórið syngur undir leiðslu av Kára Mikkelsen. Tónleikarar undir leiðslu av Ingmari Berg Mikkelsen spæla undir til felagssangin.
Konfirmantar luttaka við upplestri og hava saman við lærara gjørt altartalvu, sum verður avdúkað til høvið.
Høgni Reinert Hansen, ljóðtøkningur, hevur tikið upp ljóðið av kirkjuklokkum í øllum prestagjaldinum. Vit fara at hoyra tær, hvussu tær hava hvør sín dám og ljóm. Í meðan síggja vit myndir av kirkjunum, sum ljóðið er frá.
Royndirnar undanfarin ár eru, at fjórða hvørt fólk í prestagjaldinum tekur lut í gudstænastuni. Avoyggjafólk vitja eisini til høvi, og eru sjálvsagt eisini vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo