- Nú Donald Trump hevur tikið upp aftur ynskið um at ogna sær Grønland frá Danmark, eigur Moskva at savna seg um Føroyar og føroyska ynski um sjálvstýri frá Danmark. Hetta eru tankar, sum eru alt oftari frammi í Moskva, skrivar Aleksey Chichkin, ein vanliga væl vitandi kelda við góðum sambondum til Kreml, í eini nýggjari grein, sambært miðlinum EurasiaReview.
- Føroyar eru ikki partur av ES, og hava ikki tikið lut í revsitiltøkunum hjá ES, hvørki eftir russisku innlimanina av Krim hálvoynni í 2014 ella seinni, tá Putin gjørdi innrás í Ukraina. Tvørtur ímóti hava Føroyar hildið fast við og ment samstarvið við Russland, skrivar Aleksey Chichkin millum annað og samanber støðuna í dag við støðuna undir og eftir seinna heimsbardaga, tá Føroyar vóru leysar av Danmark og ynsktu at halda fram við tí.
Russiski viðmerkjarin rør framundir, at nú støðan er, sum hon er, við vaksandi amerikanskum áhuga fyri Grønlandi, kann Russland hóskandi gjøgnum styrkt samstarv hjálpa Føroyum at gerast leyst av Danmark, og soleiðis styrkja sína støðu í Norðuratlantshavinum.
- Sostatt kann eitt stað, sum flestu lond í Vesturheiminum onki kenna til, uttan teirra laks, nú vera ávegis til at gerast ein stríðsvøllur við Russlandi øðrumegin og Vesturheiminum hinumegin. Serliga tá hugsað verður um áhugan hjá Kreml at styrkja sína støðu har á leiðini, skrivar EurasiaReview.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo