Kappingarráðið: Niðurstøðan hjá Kappingarráðnum er m.a. grundað á, at virksemið hjá Sp/F Power Føroyar – uttan mun til um yvirtøkan varð noktað ella góðkend av kappingarmyndugleikanum - vildi steðga tann 1. januar 2023.
Kappingarráðið metir tí, at avleiðing av at góðkenna yvirtøkuna undir verandi umstøðum, ikki broytir kappingarstøðuna týðandi, samanborið við, um yvirtøkan av Sp/F Power Føroyar ikki varð framd.
Kappingarráðið hevur tí tikið avgerð um at góðkenna yvirtøkuna hjá Sp/F Elding av Sp/F Power Føroyar.
Avgerðin kann lesast her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo