Listasavn Føroya: Kundi tú hugsað tær at upplivað raritetskabinettið hjá Ole Wich?
Týsdagin 4. mai kl. 19.30 fer Ole Wich at greiða frá listaverkinum Ole Wichs Raritetskabinet, ið er við á Várframsýningini. Eisini fer listamaðurin at hugleiða um, hvussu verkið kann setast í ein mentanarligan og myndlistaligan samanhang.
Framløgan hjá Ole Wich byrjar kl. 19.30 og tekur umleið 30 min. Síðani verður høvi at hyggja nærri at listaverkinum og seta listamanninum spurningar.
Savnið er opið týskvøldið tann 4. mai frá kl. 19.00-21.00.
Pláss er fyri 50 luttakarum. Til ber at heinta ókeypis atgongumerki í móttøkuni á savninum ella ringja á 31 35 79 og leggja atgongumerki av.
Ole Wich greiðir frá á donskum.
---
Um verkið og framløguna:
Í 30 ár hevur Ole Wich savnað saman og skrásett lutir, ið nú tilsamans fyltu upp í 19 flytikassar. Listamaðurin hevur valt út lutir, ið á onkran hátt hugtaka ella hava fingið hann at undrast. Hesir lutir verða vístir fram í ‘raritetskabinettinum’ hjá Ole Wich. Lutirnir í kabinettinum eru skipaðir á ein heilt serligan hátt og hesi mannagongd fer Ole Wich at greiða nærri frá.
Raritetskabinettir kenna vit frá 15-1600talinum, tá fúrstar, lærd fólk og ríkir keypmenn fóru at savna saman sjáldsamar og forvitnisligar lutir. Hesir lutirnir hugtóku samlararnar, men kundu eisini geva teimum status. List, náttúra og mentan vórðu savnað og leyst skipað í sama rúmi – í einum mikrokosmosi. Við tíðini mentust hesi kabinettini til kongaligar samlingar og tjóðsøvn við meiri skipaðum sundurbýti av lutum, til dømis samlingar skipaðar eftir søguligum tíðarskeiðum.
Ole Wich fer at greiða frá fyrstu samlingunum av lutum úr náttúruni og teimum kendastu raritetskabinettunum. Eitt av hesum er raritetskabinettið hjá danska læknanum Ole Worm, sum varð brúkt í undirvísingini í náttúruheimspeki á Københavns Universitet. Føroyskar tinnur vóru eisini umboðaðar í hesum kabinettinum, sum Lucas Debes prestur hevði útvegað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo