Eini 300 fólk standa og bíða eftir at sleppa norðureftir við Prince, men tað sær svart út hjá teimum, tí Prince ger ongan eykatúr í kvøld, sum skilst.
Tá ið Prince fór av Krambatanga og teir 80 bilarnir vóru komnir umborð, vóru eisini tey 365 ferðafólkini komin sum skipið tekur.
Tað vóru tað ikki øll sum góðtóku, ikki at sleppa við skipinum og tað var um reppið at ikki onkur fór til hendurs.
Lið og viðhaldsfólk hjá NSÍ bíða eisini.
Prince fór av Krambatanga klokkan 17 seinnapartin, og nú vóna tey sum eftir eru, at skipið kortini ger ein eykatúr.
Klokkan 07 í morginári er næsti túrur av Krambatanga, og tá er skipið næstan longu aftur fult av teimum um 300 sum bíða nú.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo