Formansskapurin í løgtinginum hevur fingið ein advokat at kanna, um endurgjald kann krevjast, nú tað er staðfest, at glaspláturnar uttan á umsitingarbygninginum hjá løgtinginum ikki eru rætt festar, skrivar KVF.
Landsverk er biðið um at gera eina meting og uppskot um, hvussu farast skal víðari fram í málinum.
Einki eftirlit var við arbeiðinum, tá fasadan á løgtingum var gjørd, skrivar KVF.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo