Hanus Samró á Facebook: Norra hevur eitt 250 fjórðinga-avgjaldsmark, sum hevur við sær, at føroysk og útlendsk fiskiskip, sum bunkra í Norra, sleppa undan at gjalda NOX/Co2 avgjald, um tey fiska uttanfyri 250 fjórðingamarkið.
Økið er markað við gulum. Nú kemur krúllan.
Um eitt føroyskt fiskiskip fiskar svartkjaft í føroyskum sjógvi (punkt 1), landar og bunkrar í Norra (punkt 2), men kemur aftur í føroyskan sjógv at fiska (punkt 3)...
Skal skipið sambært norskari lóggávu gjalda NOX/Co2 avgjaldið, tí 250 fjórðinga-avgjaldsmarkið kemur langt inn um føroyska fiskimarkið.
Spurningurin er bara: hevur norski staturin heimild til tað, tá føroysku skipini fiska í føroyskum sjógvi?
Skal sigast, at fleiri reiðaríir runt um í Evropa hava kontaktað Fishfacts, tí norski skattamyndugleikin er komin eftir teimum, orsakað av 250 fjórðinga-avgjaldsmarkinum.
Tey flestu fiskiskipini eru á skipanini, so tað er møguligt við søguligum AIS dátum at endurskapa, kanna og greina fiskiaktivitetin aftur í tíð.
Tað verður gjørt í løtuni.
Men tað fekk meg at hugsa um føroysku skipini: hevur norski myndugleikin heimild til at krevja avgjald í føroyskum sjógvi?
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo