Tórshavnar kommuna: Heilsutrygd hevur sett Jón Róa Jacobsen í starv sum kommunulækna í Suðurstreymoyar læknadømi. Jón Rói er settur í starv í nýstovnaðu viðtaluni í Berjabrekku.
Jón Rói Jacobsen nam sær embætisprógv í læknafrøði í januar 2017 og fær væntandi serlæknagóðkenning í almennum medisini 29. februar 2024. Jón Rói virkar í løtuni í Læknahúsinum í Hoyvík sum liður í serlæknaútbúgvingini.
Jón Rói tekur við starvinum í viðtaluni í Berjabrekku tann 4. mars 2024.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo