Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Barnabati fer aftur í ár at senda jólamyndina út til hvørt hús í heystfrítíðini.

Í fleiri ár hevur Barnabati veitt jólahjálp til fíggjarliga sperdar barnafamiljur, og soleiðis verður aftur í ár. Hagtøl vísa, at tað eru fleiri og fleiri, sum søkja sær jólahálp.

Tí fer Barnabata aftur í ár at samla pening inn til hesar barnafamiljurnar soleiðis, at tær eisini kunnu fáa eini gleðilig jól. 

Um tú vilt stuðla, so halt eyga við postinum í heystfrítíðini, tí tá verður jólamyndin hjá Barnabata í einum lýsingarposa í tínum postkassa. Jólamyndin er ætlað til børnini, og har kunnu tey seta sínar egnu litir á. Baksíðan á jólamyndini er hartil ein lutaseðil við fýra stórum og góðum vinningum. 

Fyri at stuðla skalt tú skráseta tína jólamynd á barnabati.fo, og har velja hvørja upphædd, ið tú vilt stuðla við. Allar upphæddir eru kærkomnar, men fyri at virka lutaseðilin, má stuðulin verða í minsta lagi 100,- krónur. Allur peningurin fer óskerdur til fíggjarligar sperdar barnafamiljur.

Bert ein jólamynd verður borðin út í hvørt hús, men eru fleiri børn í familjuni, sum vilja lita - ella vilja tey vaksnu ogna sær fleiri lutaseðlar - so ber til at fara í FK handlarnir kring Føroyar og har fáa fleiri jólamyndir, púra ókeypis.

Tey, ið vilja stuðla og skráseta sína jólamynd, kunnu gera tað frá mánadegnum at rokna á heimasíðuni barnabati.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo